Vit hjá Tórshavnar Málingahandli Sp/f leggja okkum eftir, at geva góða tænastu til kundar okkara um alt landið.
Vøru úrval í máling.
Gjøco.
Vit selja Gjøco máling sum er ein Norsk málinga framleiðari. Tey gera øll sløg av máling til húsini bæði innan og uttan.
Oljubaserað træverja, betongmáling, olju/acryl baserað træverja, máling til vindeygu, til tak, terassu, bát og mangt annað.
Hjá Gjøco fæst júst tað produktið sum passar best til endamálið. Til dømis fæst gólvmáling bæði sum vatnbaserað oljumáling, sum rein oljumáling, sum 2 komponent epoxy máling ella 3 komponent flótandi gólv. Alt í mun til krøv um hálku, styrki við meira.
Dygdarmáling til góðan prís.
Træklædningur
Hvussu skal eg gera, tá klædningin skal málast?
Nýggjur klædningur kann vera grønur at síggja til, av tí at transport impregneringin ikki er farin úr enn. Um so er, at klædningurin hjá tær er grønur av impregnering og ætlanin er at mála klædningin hvítan, tá kanst tú væntandi fáa eitt gult gjøgnumslag frá impregneringini.
Hetta slepst best undan, við at bíða, við at mála, til ein vetur er farin. Tá er tað mesta av transport impregneringini farið úr viðinum.
Ætlar tú at mála viðin við dekkandi oljubaseraðari træverju, tá ber til at mála bæði fyrsta og seinasta umfar við Gjøco Oljudekkbeis.
Er ætlanin at mála við hálvdekkandi træverju, tá er neyðugt at grunda við litleysum, fyri ikki at fáa eitt “flekkut” úrslit. Grundingin ger at træið “drekkur” eins. Annars verður træið myrkari, har ið viðurin tekur meira til sín.
Er ætlanin at mála við vatnbaseraðari olju/akrýl træverju, tá er altíð ráðiligt at impregnera áðrenn træið verður málað. Tó verður rátt til, at brúka oljubaseraða træverju til nýtt træ, fyri at geva trænum longst møguliga livitíð.
Bíleggingar ið eru okkum í hendi áðrenn kl. 17.00 gerandisdagar, verða avgreiddar sama dag í Tórshavn.
Bíleggingar kring landið, gjørdar áðrenn kl. 12, verða sendar sama dag.
02
People
Starvsfólk

Joen Eriksen
Stjóri